Strikurnar
Story by Dánial Hoydal, illustrated by Annika Øyrabø
Teir næstu dagarnar er øgiligt rok. Telefonin ringir alla tíðina, og fólk koma at vitja alla tíðina. Fólk, sum eg ikki kenni.
Fólk, sum skulu tosa við mammu. Fólk, sum ikki skulu tosa við meg.
Strikurnar eru farligar. Alt broytist, tá tú fert yvir um eina striku. Tú mást vera øgiliga djarvur at fara yvirum. Men tær eru eisini góðar. Tí um tú fert fýra ferðir yvir um strikurnar, so verður alt sum fyrr. So um tú bara minnist til altíð at fara fýra ferðir yvirum, so gongur tað nokk. Fýra ferðir. Hvørja ferð.
Nú er tað í morgin, og mamma bakar vaflur. Og vit tosa um alt møguligt hugnaligt.Vit tosa um alt tað stuttliga, vit plagdu at gera saman við abba.
So fara vit út at ganga túr. Oman í fjøruna, sum er tað besta, sum eg veit.Vit fanga kombikk og marflugur. Eg gloymi púrasta strikurnar.
Made with FlippingBook - Share PDF online